Romano Prodi noyðist frá

Italska stjórnin tapti í kvøld eina misálitisatkvøðugreiðslu í Senatinum Eftir at hava sitið við valdið í 20 mánaðir noyðist italska samgongustjórnin hjá Romano Prodi, forsætisráðharra at leggja frá sær.

Tað hendir, eftir at Senatið í kvøld samtykti eitt uppskot um misálit á stjórnina. AP skrivar, at tingmenn fóru til hendurs, og at minst ein av tingmonnunum svímaði.

Nú skal Giorgio Napolitani, forseti, skriva út nýval ella biðja annan politikara royna at skipa stjórn.