Romain aftur til Føroya

Romain Zannou úr Benin kemur aftur til Føroya. Hann var her uppi til ársmøtini hjá Heimamissiónini í fjør, og nú kemur hann aftur. Tað er Jeffri Johannesen úr Lamba, sum hevur skipað fyri ferðini hjá honum.

Dent á tey ungu
Romain skal hava eina møtirøð á Glyvrum vikuskiftið 17.-19. november.
- Vit fara at leggja dent á tey ungu. Øll eru sjálvandi vælkomin, men tey skulu vita, at vit leggja okkum eftir at náa tey ungu við hesum møtunum, sigur Jeffri.
Umframt møtirøðina verður møguliga skipað fyri almennari undirvísing um samskifti í hjúnarbandinum. Hetta er eitt spennandi evni, har ið Romain eisini kemur inn á hjúnarskilnað og uppafturgiftu.

Leiðari hjá pastorum
Í heimlandinum Benin er Romain leiðari og undirvísari hjá 250 pastorum. Kirkjan sum heild hevur umleið 20.000 limir. Men hvør kirkja sær er ikki størri enn 300 fólk.
- Tey vilja ikki hava ov stórar kirkjur. Í staðin býta tey seg upp, tá ið tey gerast mong. Hetta er at líkna við kyknubólkar, sum summar samkomur í Føroyum kenna til.
Um Romain fær innferðarloyvi, verður hann í Føroyum vikuskiftið 17. - 19. november.