Rókur og liðfelagarnir lupu hvøkk á oddaliðið

HC Odense tapti at enda greitt fyri HC Midtjyllandi, men fyrstu 40 minuttirnar stóð liðið úr Odense seg væl

Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HC Odense vitjaðu í dag greiða oddaliðið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, HC Midtjylland sum var risastórur favorittur at vinna dystin.

 

Men Rókur og liðfelagarnir megnaðu at leypa hvøkk á oddaliðið, og í steðginum var botnliðið á odda 13-11. Liðini fylgdust fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men so dróg HC Midtjylland frá Odense, og tá 11 minuttir vóru eftir var heimaliðið á odda 26-19. Endin var, at HC Midtjylland vann 35-27.

 

HC Midtjylland er greitt oddalið við 38 stigum. Sydhavsøerne er nummar tvey við 31 stigum. HC Odense er aftast í deildini við 10 stigum. HC Odense hevur seks stig upp til fjórðaftasta plássið sum gevur møguleikan at bjarga sær í deildini við upp- og niðurflytingardystum móti einum liði úr triðbestu deildini. HC Odense hevur tó bert fimm dystir eftir at leika, so tað sær ikki gott út. 

 

Hóskvøldið klokkan 19 tekur HC Odense móti Grindsted, ið liggur fjórðfremst í deildini við 30 stigum.