Róku rottur í land av Olafi í Garðastovu

Herfyri kom nýggjasta bókin hjá Birgiri W. Høgnesen út. Hetta er bókin um Reynsatind & Olaf í Garðastovu, sum tá var størsti trolari í vesturheiminum. Vit hava fingið loyvi at endurgeva eitt brot úr bókini.

Olaf í Garðastovu varð lagdur í Runavík hin 17. september í 1987 - eftir ein túr í Amerika:

 

"Tá út við tríggir mánaðir vóru farnir, varð avgjørt at venda nøsini aftur til Føroyar úr USA.

 

Tann 17. september í 1987 er trolarin, sum var heimahoyrandi í Vestmanna, komin aftur til Føroyar.

 

Trolarin skuldi leggjast í Runavík, tí tað hevði ein kreditorur kravt. Tvídráttur var um, hvør skuldi landa tað, sum var móttikið í Amerika. Spurningurin tók seg eisini upp, hvar fiskurin skuldi á goymslu í Føroyum.

 

Tað bleiv frystigoymslan í Runavík, sum skuldi taka í móti lastini, seinni kom ein russiskur bátur eftir vøruni.

 

Agnhøgguslokkurin var sera vánaligur og kundi tí ikki seljast. Onkur, sum var við, sigur, at orsøkin var, at tað var tí, teir ikki vóru klárir at taka ímóti í USA. Tíðin frá tí, at fiskurin fór í pavnin, til hann varð frystur, gjørdist ov long, og fiskurin var ov vátur.

 

Bløðini í Føroyum skrivaðu, at høgguslokkurin umborð á Olafi í Garðastovi, sum lá á Runavík, mátti sprongjast sundur í lastini. Tey skrivaðu, at tað var ringt at fáa fiskin upp. Hann var byrjaðaðu at blíva reyður, og hann var um at spillast. Tað, sum ikki fekst upp, tí tað var klumpa fast, bleiv liggjandi.

 

Seinni bleiv Olaf í Garðastovu fluttur inn til Søldarfjarðar. Tað var nógvur ampi av trolaranum, tí hann átti ongan góðan.

 

Eitt illveðurskvøld sleit trolarin í Søldarfirði. Eftir tógvið stríð, fekst hann aftur at bryggju. Teir, sum høvdu lagt skipið, høvdu ikki goldið fyri streym, og tí varð sløkt fyri landstreyminum, og hetta fekk avleiðingar. Partur av høgguslokkinum, sum ikki var fingin upp, tí alt var fryst saman, var enn umborð.

 

Nú, tá ongin streymur var til frystaríið, tiðnaði har, so deymur stóð frá skipinum. Rot var komið í. Grannar byrjaðu at gera vart við ringa luktin frá Olafi í Garðastovu, og rottur høvdu eisini sett búgv umborð. Kreditorurin fekk nú skipað so fyri, at streymur fekst til skipið aftur.

 

Motorurin varð settur í gongd, og byrjað var at fáa restina av rotnu lastini upp og reka rotturnar í land..."

 

##med2##

 

Bókin fæst kring landið og til ber eisini at venda sær til høvundan, Birgir W. Høgnesen.