Roknistykkið hongur saman

Bárður Nielsen fíggjarmálaráðharri sigur, at lønarhækkingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum verða fíggjaðar við lækkingum í teimum íløgum, sum ikki eru sáttmálabundnar. ? Vit hava steðgað nógvum nýggjum virksemi orsakað av sparingum, sigur Bárður Nielsen

Omanfyri finst fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen at núverandi samgongu fyri ikki at siga greitt, hvørjar avleiðingarnar eru av lønarvøkstrinum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Karsten Hansen vil vera við, at stórar eykajáttanir eru eitt krav, um samgongan skal megna at fíggja lønarhækkingarnar á 4,5% til starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum, og harvið verður talan um eitt enn størri hall á ársins fíggjarlóg.

Íløgur hildnar aftur
Núverandi fíggarmálaráðharrin úr Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, sigur, at Karsten Hansen hevur sæð burtur frá teimum sparingum, sum longu nú eru settar í verk, og sum skulu útvega pening til fullu lønarkompensatiónina.
- Vit arbeiða í løtuni undir eini bráðfeingisfíggjarlóg, og tískil mugu vit gjalda fulla lønarkompensatión, men vit vinna hesar útreiðslur aftur við sparingum á íløguøkinum, sigur fíggjarmálaráðharrin. Bárður Nielsen vísir á, at fleiri av teimum tiltøkum, peningur er játtaður til, verða av núverandi samgongu hildin aftur, og í hesum liggja sparingarnar.
- Nógv nýtt virksemi skuldi verið byrjað, sum vit hava valt at steðga, og við hesum spara vit í upphæddum, sum viga upp ímóti lønarvøkstrinum, sigur Bárður Nielsen.
Spurdur, á hvørjum ítøkiligum økjum nýggjar verkætlanir eru steðgaðar, er aftursvari frá fíggjarmálaráðharranum, at sparingar í íløgum eru gjørdar á øllum økjum, har bundnir sáttmálar ikki áseta játtanir við lóg.
- Sostatt vinna vit pening við at strika nakrar av teimum játtanum, sum nú eru samtyktar undir verandi bráðfeingisfíggjarlóg, og hesar sparingar fíggja fullu lønarkompensatiónina á 4,5% á almenna arbeiðsmarknaðinum, vit í løtuni gjalda, sigur Bárður Nielsen úr Fíggjarmálaráðnum.