Frá einum halli uppá 400 milliónum á landskassaroknskapinum til eitt yvirskot uppá 550 miljónir kr., tað gevur ein mun uppá 950 miljónir kr. rætta vegin. Hetta var útslitið hjá Sam-bands-landsstýrinum 1994 til 1998.
Frá einum yvirskoti uppá 550 miljónum til eitt undirskot uppá 300 miljónir kr. gevur ein mun uppá 850 miljónir kr. skeiva vegin. Hetta var úrslitið hjá Fullveldislands-stýrinum frá 1998 til 2003.
Allir næmingar í fyrsta skúlaflokki kunnu vátta at hetta er rætt. Allir tilkomnir føroyingar kunnu vátta at hetta er onki nýtt. Seinastu 50 árini hava Føroyar upplivað eina røð av kreppum. Allar eru nær tengdar so ella so at fullveldismonnum. Hvørja ferð føroyski veljarin hevur latið fullveldismenn koma framat landskassanum, so gekk galið.
Lat okkum lata seinastu turru almennu roknskapartølini tala?
Alt bendir á, at handalagið hjá føroyskum fullveldismonnum gerst verri og verri. Tað er ótrúligt men satt. Tí ongantíð í Føroya søgu hava politiskir samgonguflokkar havt so gott útgangsstøði, og ongantíð í søguni hava Føroyar havt so góðar fíggjarligar umstøður sum tey seinastu 6 árini (fiskanøgdir, fiskaprísir, orkuprísir, rentustøði o.s.fr.).
Bæði næmingarnir í fyrsta flokki og allir tilkomnir føroyingar hava tey seinastu árini hoyrt fullveldismenn reypað óført av fíggjarligu framgongdini í Føroyum. Milliardirnar hópaðu seg upp, og flutu yvir í landsbankan.
Næmingarnir í fyrsta flokki hava neyvan lisið Hvítu bók. Høvdu teir tað, høvdu teir ivaleyst kravt eina frágreiðing frá flokslæraranum. Hvussu kann munurin millum Hvítu bók og upplýsingarnar annars frá føroyskum fullveldismonnum og fjølmiðlum liggja so langt frá veruleikanum?
Men hvat sigur tilkomni- og at sær komni, føroyingurin? Kennir hann seg ikki eina ferð enn førdan "bak ljósið" av okkara fullveldis-monnum?
Læt meg fyri góðan ordan skyld minna á, at sambandslandsstýrini og fullveldislandsstýrini hava arbeitt undir somu samfelagsskipanum, føroysku heimastýrisskipanini. Tað er sostatt ikki skipanin sum ger munin, heldur ikki danir. Teimum hava vit livað saman við í hundrað tals ár.
Munurin er sólkaklárur. Sambandsflokkurin annan vegin og rætta vegin, og fullveldismenn hin vegin og skeiva. Tað áttu ikki bert næmingarnir í fyrst flokki, men allir tilkomnir føroyingar at tikið til eftirtektar.