Skal Strandferðslan betala Tvøroyrar Kommunu góðar sjey milliónir krónur, ella ikki?
Tað er spurningurin, sum Tvøroyrar Býráð, Strandferðslan og Innlendismálaráðið í Landsstýrinum hava togast um nú í trý ár.
Tvøroyrar Býráð heldur fast um, at tað skal hava peningin, men higartil hava Strandferðslan og landsstýrið sagt nei.
Og ósemjan ímillum partarnar er so stór, at finst ikki ein loysn heilt skjótt, endar málið í rættinum.
Nokta at gjalda
Tað er flaggskipið hjá Strandferðsluni, Smyril, sum liggur í buktini.
Strandferðslan vil ikki gjalda havnargjald fyri Smyril, tá ið hann kemur inn á Trongisvágsfjørð.
Tvøroyrar Býráð sigur, at ongin ivi er um, at hann skal betala.
Strandferðslan og landsstýrið siga, at tað er tað almenna, sum hevur bygt og goldið samferðsluhavnina á Krambatanga á Trongisvágsfirði og tí skal Smyril heldur ikki
betala havnargjald.
Tvøroyrar Kommuna sigur, at hetta hevur onki við sakina at gera.
- Vit hava eina havn, sum er opin 24 tímar um samdøgurið og vit hava vakt 24 tímar um samdøgurið. Og sjálvandi skal Smyril betala havnargjald fyri at koma inn í havnina, akkurát, sum øll onnur skip, sum koma inn á fjørðin, sigur Tvøroyrar Býráð.
Umframt havnargjald, rinda øll skip eisini bryggjugjald fyri at leggja at sjálvari bryggjuni, men hetta gjaldið krevur Tvøroyrar Býráð ikki frá Smyrli, tí tað er tað almenna, sum hevur bygt bryggjuna.
Sjey milliónir til góðar
Havnargjald verður goldið eftir, hvussu stórt skipið er, og fyri Smyril snýr tað seg um einar 2,5 milliónir um árið.
Og hóast Strandferðslan ikki vil gjalda, sendir Tvøroyrar Kommunu trúliga rokning hvønn einasta mánað.
Higartil er rokningin sostatt komin upp á góðar sjey milliónir og hon veksur fyri hvønn mánað, sum gongur.
Tvøroyrar Kommuna hevur roynt at loyst málið við báðar teir undanfarnu landsstýrismenninar í innlendismálum, ávikavist Jógvan við Keldu og Jacob Vestergaard, men til fánýtis.
Nú er so Helena Dam á Neystabø fingið málsøkið at umsita í landsstýrinum og nú verður so roynt einaferð afturat.
Helena á fund
Á býráðsfundi á Tvøroyri í gjár varð upplýst, at Helena Dam á Neystabø skal hava fund við partarnar um málið í allarnæstu framtíð.
Tvøroyrar Býráð hevur vónir um at finna eina loysn, men eydnast tað ikki, verður farið víðari í rættin við málinum.
Í Tvøroyrar Býráði ivast tey ikki í, at tey hava eina góða sak.
- Øll skip gjalda havnargjald og Smyril er einasta skip í londunum rundanum okkum, sum vit samanbera okkum við, ið ikki vil betala havnargjald, varð sagt á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Upplýst varð eisini, at alla aðrastaðni noyddust skip at betala havnargjald, saman hvør átti sjálvan bryggjukantin.
- Sama um sjálv bryggjan er kommunal, ogn hjá landinum, ella privat, skulu øll skip betala havnargjald fyri at koma inn á fjørðin, varð upplýst á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Góðkenna ikki roknskapin
Av tí, at Tvøroyrar Kommuna heldur seg eiga peningin til góðar, er havnargjaldið eisini ført sum inntøka á roknskapinum hjá kommununi.
Grannskoðarin hevur so bara skrivað í viðmerkingunum, hvussu støðan er og at ósemja er um havnargjaldið.
Higartil hevur Innlendismálaráðið góðtikið roknskapin við hesi viðmerking.
Men nú er tað fíggjarmálaráðið, sum skal góðkenna roknskapirnar hjá kommununi og nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð.
Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð upplýst, at fíggjarmálaráðið fer ikki at góðkenna roknskapin fyri 2007, verður havnargjaldið ikki strikað sum inntøka hjá kommununi.
Men Tvøroyrar Býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið ikki at ganga kravinum frá fíggjarmálaráðnum á møti, men sendi ráðnum roknskapin til góðkenningar, akkurát við hann var við havnargjaldinum uppi á.