Tað er kalt í veðrinum hendan seinnapartin, og boðað verður frá hálku í støðum. Talan er um Heltnin á Oyndarfjarðarvegnum og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð. Her kann roknast við hálku nú um 17:35 tíðina, sambært Landsverki.
Danskiveðurstovnurin, DMI, sigur, at roknast kann við kavaæli og avfalli. Hitin verður millum 2 og 6 stig. Um náttina millum 3 kuldastig og 2 stig.
Sí annars heimasíðuna hjá Landsverki fyri at kunna teg um koyrilíkindini. Her eru nýggjastu dagføringarnar um koyrilíkindini kring landið.