Løgreglan í Los Angeles brynjar seg til at halda skil á hundraðtúsundtals fjepparum, tá minningarløta verður hildin fyri Michael Jackson í dag Bert 17.000 hepnir fjepparar hava vunnið í dráttinum um at fáa atgongd til hátíðarløtuna, men uttan iva verða tað fleiri ferðir tað talið, sum ætla sær at verða partur av hesum.
Roknað verður við, at Diana Ross, sum í fleiri ár varð mett sum besti vinurin hjá Michael Jackson, fer at byrja minniskonsertina. Og seinni fara eisini nøvn sum Stevie Wonder, Usher og Lionel Richie á pall.