Rokna við 500 áskoðarum

Liðskiparin hjá ÍF, Bartal Eliasen, er sera spentur upp á gulldystin móti Mjølnir leygardagin, og hann væntar at áskoðaratalið fer at tátta upp í móti 500

Hann hevur roynt tað so mangan áður, bæði í flogbólti og fótbólti, Bartal Eliasen, men spenningurin er eins stórur hvørja ferð.

Heimavøllurin einki at siga
Bartal Eliasen sigur, at hjá ÍF eru allir mans tøkir til dystin leygardagin, og teir eru ógvuliga uppsettir upp á at endurvinna gullið og harvið ogna sær greipuna. Hann heldur ikki, at tað er nakar fyrimunur hjá ÍF, at teir hava heimavøll, tí eftir hansara tykki hevur heimavøllur lítið og einki at siga í flogbólti.
Um dystin leygardagin sigur Bartal annars, at hann er púra opin, tí tað eru tvey ógvuliga jøvn lið, ið hittast. ÍF hevur kanska ein lítlan fyrimun við tað, at teir hava helst ein breiðari hóp enn Mjølnir, og vit spæla sjáldan illa, sigur Bartal Elisen, sum tó leggur afturat, at hann væntar dagsformurin fer at avgerða, hvør ið fer avstað við meistaraheitinum.
Í Fuglafirði eru fólk sera spent til dystin, og ÍF hevur eisini roynt at lýsa eitt sindur við dystinum. Bartal sigur, at tað ber næstan ikki til at fara út millum fólk, uttan at tey spyrja til dystin leygardagin, og hvussu man væntar, at tað fer at ganga. Flogbóltsliðið hjá ÍF er, saman við svimjingini, stoltleikin hjá býnum, og av tí sama eru fuglfirðingar ógvuliga trúfastir til heimadystirnar á Kambsdali, og leygardagin verður neyvan nakað undantak í so máta.