Rokna við 200 húsvognum í Klaksvík

So at siga allir húsvognar í Føroyum verða á Summar Festivalinum um vikuskiftið.

 

Seinastu árini hava sera nógvir húsvognar hildið til á Sandinum í Klaksvík, tá ið Summar Festivalurin hevur verið hildin, og áhugin fyri campingplássinum veksur bara.

 

Í gjár hevði Norðoya Kunningarstova, sum umsitur campingøkið í Klaksvík, fingið 180 tilmeldingar til campingøkið, og tað er met.

 

- Vit hava seinnu árini havt sera nógvar campingvognar á Summar Festivalinum, men í ár ber av. Vit hava ikki áður upplivað slíkan áhuga fyri campingplássinum. Vit hava fingið 180 tilmeldingar, men fólk eru framvegis ikki liðug at melda til, so vit fara helst at nærkast 200 campingvognum í ár, sigur Meiken Steinberg, leiðari fyri Norðoya Kunningarstovu.

 

Og tað merkir, at so at siga allir campingvognar í Føroyum leita sær til Klaksvíkar á Summar Festivalinum, sum nú eisini fer at hava landsins størstu campingbygd.