Rokkvikuskifti í Cippo

Leygarkvøldið spælir All That Rain sín poppkenda rokk í Cippo, men longu fríggjakvøldið verða rokkhungrandi oyru forkelaði tá DJ Kvik fer at spæla nýggjan rokk í dansistaðnum í Tórsgøtu.


Sambært DJ Kvik manglar hetta slagið av tónleiki, tá plátur verða vendar í Havn. Saman við Cippo verður tí roynd gjørd at broyta hetta.