Rokkur í Klaksvík

Fríggjakvøldið 8. apríl fáa klaksvíkingar vitjan av bólkinum Kings of Rock. Tað er ein cover-bólkur úr Danmark, sum er kendur fyri at spæla góðan rokk tónleik. -Kings Of Rock er ein cover bólkur úr Danmark, teir spæla á øllum teimum stóru festivalunum og teimum størstu dansistøðunum í Danmark. Kings of Rock hava eisini verið á turné saman við Metallica, Nickelback og Jerry Lee Lewis, verður sagt út Club 700.

 

Tiltakið byrjar kl. 23.00, og Dj-X fer eisini at diska rokk klassikarar.

 

-Teir vóru og spældu í Club 700 í Apríl 2010 og hølini vóru á tremur fólkið. Teir vóru sera væl dámdir, staðfesta fyrireikararnir á síni Facebook síðu.