Rokið í ÍF heldur fram: Jan er givin og Filip er bannaður

Liðskiparin hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard, er givin, meðan Filip Djordjevic er bannaður

Tað hevur verið rok í Fuglafirði seinastu tíðina, eftir at tað bleiv ilt millum Jan Ó. Ellingsgaard og Filip Djordjevic til ein venjing, sum In.fo hevur skrivað.

Liðið fór til Trongisvágs at spæla móti TB undan landsliðssteðginum uttan Jan Ó. Ellingsgaard og Filip Djordjevic. Tá vóru boðini frá venjaranum, Hans Jørgen Djurhuus, at hann ikki kundi brúka tveir spælarar, sum halda seg verða størri enn venjarin og felagið. Síðani er Jan Ó. Ellingsgaard givin.

- Eg kendi meg noyddan at taka ein trupulleika upp, sum hevur verið í hópinum gjøgnum alt árið. Tíverri vóru eg og leiðslan ikki samd um, hvussu trupulleikin skuldi loysast, og tað kendist ikki rætt at halda á fram aftaná tað, sigur Jan Ó. Ellingsgaard við bolt.fo.

In.fo hevur eisini fingið upplýst, at Filip Djordjevic ikki er partur av hópinum hjá ÍF í løtuni. Í fyrstu atløgu er sagt, at hann ikki verður partur av hópinum restina av kappingarárinum. ÍF er í løtuni nummar seks í landskappingini.

##med2##