Tað er hugaligt at vera útróðrarmaður í Íslandi í hesum døgum. Glastrevjabátar og aðrir smáir útróðrarbátar hava rættiliga góðan línufiskiskap.
Glastrevjabáturin á myndini, Stella GK, hevði í hesi vikuni 17.200 pund á einari setu. Vanliga seta teir millum 30 og 35 stampar hvørja ferð.
Vanligar túrar hava teir smáu útróðrarbátarnir í Íslandi í seinastuni ligið millum 14.000 og 16.000 pund á setuna, og hetta er rættiliga góður útróður.
Tað er íslendska heimasíðan - www.aflafrettir.is - sum ber hesi tíðindi.