Rok: Venjarar í hornatøkum og utvístir

Premier League: Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá Chelsea og Tottenham spældu javnleik í gjár

Tveir dystir vóru í 2. umfari í Premier League í gjár. Nottingham Forest vann fyrsta sigurin eftir uppflytingina við 1-0 sigri á West Ham, meðan tað var dramatikkur á Stamford Bridge, har Chelsea og Tottenham spældu javnleik 2-2.

 

Chelsea kom á odda bæði 1-0 og 2-1 við málum frá Kalidou Koulibaly og Reece James. Har í millum skoraði Pierre Emil Højbjerg til 1-1, men í Chelsea leguni vóru teir ónøgdir við, at málið ikki bleiv kolldømt fyri rangstøðu.

 

Tað var longu nakað rokaligt á bonkinum millum venjararnar, Thomas Tuchel hjá Chelsea og Antonio Conte hjá Tottenham. Teir fegnaðust óført um málini og fingu hvør sítt gult kort.

 

Leingi sá út til, at Chelsea fór at vinna 2-1, men seks minuttir inni í yvirtíðini skoraði Harry Kane til 2-2. Stutt frammanundan hevði dómarin hugt eftir VAR, har tað er greitt at síggja at Cristian Romero roytir hárfagra Marc Cucurella hjá Chelsea.

 

Eftir dystin vóru venjararnir aftur í hornatøkum. Thomas Tuchel vildi ikki sleppa hondini á Antonio Conte, tí fyrrnevndi ikki vildi hyggja hann í eyguni. Teir hava báðir niðurtosað støðuna.

 

1Manchester City22006:06
2Arsenal22006:26
3Brentford21106:24
4Tottenham21106:34
5Newcastle21102:04
6Leeds21104:34
7Chelsea21103:24
8Brighton21102:14
9Aston Villa21012:33
10Nottingham Forest21011:23
11Bournemouth21012:43
12Fulham20202:22
13Liverpool10102:21
14Wolves20111:21
15Leicester20114:61
16Southampton20113:61
17Everton20021:30
18Crystal Palace10010:20
19West Ham20020:30
20Manchester United20021:60