Andstøðuflokkarnir biða um, at uppskotið um broytingar í hjúnarbandslógini verður burturvíst ella at ein nýggj 1. viðgerð av málinum verður. Orsøkin er, at teir fýra flokkarnir vilja vera við, at týðandi upplýsingar í málinum eru afturhildnir áðrenn 1. viðgerð av
Í dag hevur ein samlað andstøða sent bræv til formansskapin í Løgtinginum har teir átala álvarsligu framferðina í sambandi við viðgerðina av teimum trimum uppskotunum knýttum at broytingunum í hjúnabandslógini. Tey trý uppskotini eru uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingunum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini, uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi í Føroyum lóg um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.
Teir fýra flokkarin, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri, siga, at eftir fyrstu viðgerð av málinum er eitt løgfrøðiligt upprit frá Løgmansskrivstovuni komið undan kavi.
- Uppritið viðger og setur grundleggjandi løgfrøðiligar spurningar við omanfyri nevndu uppskot. Løgtingsskrivstovan tekur í uppritinum fyrivarni, sum botnar í, at uppskotini ikki eru í samsvari við løgfrøðiligar ásetingar, skriva andstøðuflokkarnir, sum eisini meta, at tað er sera álvarsamt, at løgtingsmenn ikki fingu hesar týðandi upplýsingar og viðmerkingar frá løgfrøðiligu ráðgevum løgtingsins, áðrenn 1. viðgerð av málinum.
- Vit undirritaðu floksformenn kunnu ikki undirstrikað nóg nógv, at vit góðtaka ikki hesa framferð, ið vísir vantandi virðing fyri lóggávuarbeiðinum og Løgtinginum sjálvum, stendur at lesa í skrivinum, sum teir fýra floksformenninir hava undirskrivað.
Teir siga seg vóna, at talan ikki er um, at upplýsingar eru duldir fyri løgtingsmonnum við vilja, men heita kortini á formansskapin um beinanvegin at kanna málið og skrivliga greiða løgtinginum frá soljóðandi spurningum:
1. Hví kom uppritið frá Løgtingsskrivstovuni ikki løgtingsmonnum í hendi, áðrenn nevndu uppskot fóru til 1. viðgerð?
2. Hvør var tilgongdin í arbeiðinum við uppritinum frá tí, at løgfrøðiliga arbeiðið byrjaði, og til uppritið brádliga kom undan kavi?
3. Hvør hevur ábyrgdina av, at løgtingsmenn ikki fingu uppritið rættstundis?
- Tað er sjálvsagt, at uppritið átti at verið partur av viðgerðini í Løgtinginum. Var talan um, at uppritið ikki var liðugt til 1.viðgerð, átti viðgerðin at steðga, til so var. Hetta er sera álvarsligt, tí tað má til eina og hvørja tíð vera fult álit millum Løgtingið og umsitingina hjá Løgtinginum. Tí biða vit vegna flokkar okkara um, at uppskotið verður burturvíst, ella at nýggj 1. viðgerð verður, eftir at umbidna skrivliga frágreiðing fyriliggur, og allar upplýsingar í málinum annars eru tøkar hjá tingfólkum, stendur í skrivinum.










