Rói var næstbesti málskjúttin hjá Hallby

Hallby mátti á heimavølli lúta fyri tí næstfremsta liðnum í bestu svensku hondbóltsdeildini

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á heimavølli í Jönköping í bestu donsku hondbóltsdeildini. Dysturin var móti næstfremsta liðnum í deildini, Skövde.

 

Skövde vann greiðan 37-30 sigur. Í fyrra hálvleiki var Hallby tó væl við, og í steðginum var Skövde bert á odda 17-16. Í seinna hálvleiki var Skövde greitt omaná.

 

Rói gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Hallby við fimm málum og fýra uppleggum til mál (assist). Hampus Söderman var toppskjútti hjá Hallby við sjey málum.

 

Hallby er triðaftast í deildini við 10 stigum. Fimm stig eru upp til Alingsås, ið er á áttanda plássinum við 15 stigum. Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Hallby seinasta dystin í 2023. Hann verður á útivølli móti Malmö.