Rói Berg Hansen skoraði í dag fimm mál fyri HØJ, ið vann 35-31 á Odder í heimadysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í steðginum var HØJ á odda 20-14.
HØJ er einsamalt oddalið í deildini við níggju stigum fyri fimm dystir.
Rækker Mølle, Ringsted, HC Aaarhus og Ajax hava øll seks stig. HC Aarhus og Ajax hava ein dyst til góðar. Hann skuldi spælast í dag, men orsaka av fíggjarliga ruðuleikanum Ajax er endað í var dysturin avlýstur, tí leikararnir hjá Ajax sýttu at spæla dystin.
HER ber til at lesa um fíggjarligu trupuleikarnar hjá Ajax.
Sunnudagin 9. oktober spæla Rói og HØJ á útivølli móti Róki Akralíð og HC Aarhus.











