Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ eru í hørðum stríði við Grindsted og Sydhavsøerne um at vinna eitt av tveimum plássum, ið gevur rætt til at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu donsku hondbóltsdeildini. Midtjylland er greitt oddalið við 36 stigum, og endar sannlíkt fremst í næstbestu deildini og flytur beinleiðis upp.
Í kvøld vunnu Rói og liðfelagarnir í HØJ ein týdningarmiklan 36-26 heimasigur sum merkir, at teir nú eru triðfremst í deildini við 30 stigum. Bert ein verri málúrtøka skilur HØJ frá Grindsted. Sydhavsøerne er eitt stig aftanfyri.
Rói gjørdi sítt við at skjóta átta mál fyri HØJ í kvøld. Í steðginum var HØJ á odda 16-13.
Leygardagin klokkan 14 verður føroyingauppgerð millum heimaliðið, HØJ og liðið hjá Leivi Mortensen, Odder.