Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ hildu fast við góðu gongdina við at vinna 29-23 á Skovbakken á heimavølli. Skovbakken var betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var HØJ á odda 12-11.
Rói skoraði eitt mál fyri HØJ í dag.
HØJ hevur vunnið níggju av tíggju dystum higartil í kappingini.
Komandi leygardag spælir HØJ á útivølli móti Team Sydhavsøerne, ið liggur triðfremst við 14 stigum.
Leivur Mortensen vann føroyingauppgerðina í dag tá lið hansara, Odder á útivølli vann 29-26 á liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen, Tønder.
Odder legði góðan botn í fyrra hálvleiki og var á odda 17-11 í steðginum.
Leivur skoraði tvey mál fyri Odder og Teis skoraði trý mál fyri Tønder.
Komandi leygardag spælir Tønder á útivølli móti Skovbakken. Dagin eftir spælir Odder heimadyst móti Otterup.
| Nummar | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland | 10 | 18 |
| 2 | HØJ | 10 | 18 |
| 3 | Team Sydhavsøerne | 10 | 14 |
| 4 | Grindsted GIF | 9 | 12 |
| 5 | IK Skovbakken | 10 | 12 |
| 6 | Ajax | 10 | 10 |
| 7 | TM Tønder Håndbold | 10 | 9 |
| 8 | Vendsyssel | 10 | 9 |
| 9 | Odder | 10 | 8 |
| 10 | FIF | 10 | 6 |
| 11 | Roskilde | 10 | 6 |
| 12 | Otterup HK | 9 | 5 |
| 13 | HC Odense | 9 | 5 |
| 14 | HEI Skæring | 9 | 4 |











