Rógvi og Bryne flyta ikki upp

Rógvi Baldvinsson og Bryne mistu møguleikan at flyta upp á seinasta leikdegnum

Føroyski landsliðsmiðverjin spælir til dagligt við Bryne í næstbestu deildini í Noreg. Tvey lið flyta beinleiðis upp, meðan nummar 3,4,5 og 6 spæla um triðja og seinasta uppflytingarplássið.

 

Við einum sigri í seinasta dystinum móti Vard Haugesund hevði Bryne kunna vunnið sær pláss millum 3 og 6. Men tað endaði við, at teir taptu málríkan dyst 5-3.

 

Tað merkir, at Bryne endar nummar sjey, eitt stig aftanfyri nummar seks. Sostatt bleiv Bryne eitt stig ov stutt til at sleppa at spæla um flyta upp í Tippeliguni.