Góðan dag øll somul!
Í dag er ein góður og stórur dagur, nú vit enn einaferð kunnu hátíðarhalda nakað gott í Klaksvíkar kommunu.
Her mitt í býnum fáa vit eitt hús, sum peikar frameftir. Eitt hús, ið fevnir um heilsu, menning og ymsar tænastur, ið hava eitt endamál, nevniliga at veita okkara borgarum trygd fyri einum góðum lívi.
Húsið verður miðdepil fyri fakøkir, ið eru tætt knýtt at hvørjum øðrum, og vil hetta styrkja fakligheitina. Eitt hús, sum fer at tæna, hjálpa og verja okkara borgarar.
Vit skulu taka okkum væl av okkara fólki, okkara borgarum, og vit skulu sum kommuna stuðla upp undir og verða við til at menna tænastur og tilboð til fólk í kommununi.
Betri arbeiðsumstøður
Her fáa tit, sum arbeiða á teimum ymisku økjunum, munandi betri arbeiðsumstøður. Vit vóna, at hendan íløgan eisini kemur teimum til góðar, sum vit eru sett at tæna – borgarunum í Klaksvíkar kommunu.
Ein partur at tilgongdini var at finna hesum bygningi eitt hóskandi navn. Heitt varð á ein av okkara dugnaligu málfrøðingum, Árna Dahl, um at koma við uppskotum, og gjørdist úrslitið, at hesin bygningur nú hevur fingið navnið “Húsið á Fornagørðum” sum eisini kann styttast til “Fornagarðar” ella “á Fornagørðum”, sum er eitt gamalt og kent staðarnavn á hesum staði.
Fyrimyndarligt samstarv við Christian í Grótinum
Tað hevur verið ein fragd at samstarvað við felagið Christian í Grótinum um hesa nýggju verkætlan. Aftur og aftur síggja vit, hvussu vinnulívið og kommunan kunnu samstarva á skilagóðan hátt. Eg eri sannførdur um, at hendan ætlan fer at broyta tann háttin, vit í Klaksvík hugsa.
Húsið fer at hava fleiri høgt útbúgvin starvsfólk, harav fleiri eru kvinnur, og tí er hetta eisini nýhugsan til okkara lokalsamfelag.
Av somu orsøk eri eg eisini errin av, at vit sum kommuna kunnu, saman við góðu samstarvsfeløgum, vera við til at savna og styrkja slíkar eindir sum hesa.
Klaksvík hevur manglað arbeiðspláss og vælvirkandi umstøður til fólk við longri útbúgvingum, og er hetta tí eisini ein liður í at styrkja um okkara støðu sum bý. Vit kunnu siga, at hetta er ein partur av vakstrarætlanini fyri Klaksvíkar kommunu.
Í hesari loysnini verður eisini hugsað um tey við skerdum likamligum førleikum, tí her á Fornagørðum er eisini ein spildurnýggj lyfta gjørd, soleiðis at øll hava javnbjóðis atkomumøguleikar inn higar.
Sjóhitaskipanin er við
Ein partur av menningini í kommununi er, at vit eisini hugsa um umhvørvið. Fleiri bygningar í kommununi verða í næstum bundnir í nýggju sjóhitaskipanina her í kommununi, og hevur Christian í Grótinum eisini gjørt hendan bygningin kláran til at binda í sjóhitaskipanina. Tað er at fegnast um.
Nú gleða vit okkum til, at øll eru flutt inn í hetta hús, og at tað veruliga fer at virka, sum sett er út í kortið.
Eg vil takka leiðarunum báðum, Jórun Niclasen og Tonju Ziskaon, saman við tykkara starvsfólkum, at tit hava verið tolin og jalig yvir fyri hesari spennandi verkætlan, sum vit nú kunnu gleðst saman um. Eg vil ynskja tykkum, sum varða av hesum hølum og skulu arbeiða her, hjartaliga til lukku við hesum nýgjørdu, snotuliga hølum her í Húsinum á Fornagørðum – og alt tað besta við tykkara arbeiði.
Til seinast vil eg enn einaferð takka Christian í Grótinum fyri at vera við í hesari verkætlan, og somuleiðis Heilsutrygd fyri at síggja møguleikarnar í einum húsið og samstarvi sum hesum.
Takk fyri!