Rocktónleikari: »Eg var langt úti«

? Eg kallaði meg satanist fyri at provokera tey trúgvandi. Nú haldi eg tað var vera eitt undur, at eg havi broytt meg so nógv, sigur Gulli Johansen, sum júst hevur givið út andaliga rockfløgu

Telduskíggin bleiktrar út í kamarið. Stendur miðskeiðis í einum meldri av tøkni, knøttum, leidningum, ljóðførum og fløgum, og sær so einaráðandi út. Ein mikrofon er stilla upp móti tí svarta Marshall-forstyrkjaranum, og frammanfyri knappaborðið til telduna stendur ein mixpultur.

Mitt í tí heila situr Gulli Johansen. Hann skrivar tónleik og tekur upp ? á kamarinum hjá sær.

Hesin skansin av nútímans tøkni liggur á Uppsalagøtu í Klaksvík. Har er alt sum skal brúkast til tónleikaupptøkur, og fyri kortum kom út fløga, sum fór beinleiðis úr telduni hjá Gulla og til framleiðslu í Danmark.

Á fløguni Darkside of the Truth er harður andaligur rocktónleikur. So harður, sum hann ikki áður er spældur í Føroyum. Gulli larmar illa við sínum ljóðførum og síni rødd ? ikki minst tá hann tekur til at brøla, sum er vanligt í hesum slagi av tónleiki.

Gulli Johansen spælir øll ljóðførini, hevur gjørt allan tónleikin og syngur sjálvur á fløguni við Internal Healing, sum hann kallar seg. Tutl gav fløguna út beint áðrenn ársskiftið, og tað er ein greið avbjóðing til tey føroysku oyruni.


Eg var ein

kaldur persónur

Søgan um Gulla er ein søga um, hvussu nógv eitt menniskja kann broyta seg eftir stuttari tíð.

Til fyri fimm árum síðani gjørdi Gulli tónleik, sum var gudsspottandi. Tað passaði væl til hansara uppfatan av kristindóminum og til tann tónleikin, sum hann lurtaði eftir.

? Eg sá kristindómin sum tað reina hyklarí, tey trúgvandi søgdu eitt og gjørdu annað. Eg trúði á hvørki Gud ella satan, men eg provokeraði tey trúgvandi við at kalla meg satanist og við at gera gudsspottandi tónleik, greiður Gulli frá.

? Eg drakk, roykti og royndi onnur rúsevni. Eg var ein kaldur persónur uttan kærleika, og fólk hildu ivaleyst, at eg var so langt úti, at har gjørdist einki.

Men fyri fimm árum síðani hendi nakað. Tað byrjaði við, at ein vinmaður gav Gulla nakrar fløgur við hørðum andaligum rocktónleiki.

? Tá merkti eg fyri fyrstu ferð, at kanska hevði eg eina skeivu uppfatan av teimum trúgvandi. Eg merkti eina stóra gleði í tónleikinum og boðskapinum hjá hesum kristnu bólkunum, og tað var byrjanin til, at eg varð umvendur.

Gulli hevur síðani tá gingið í samkomuni Solo Deo Gloria í Klaksvík, og hann skipar fyri ungdómsmøtunum har eina ferð um vikuna. Hann spælir og talar javnan, og hevur nú givið eina fløgu út við andaligum rocktónleiki.


Til tey sum ikki tíma MC

Og hesi fimm árini hava broytt Gulla nógv, so nógv, at hann heldur tað vera eitt undur. Nú kann hann ikki gera annan tónleik enn andaligan, og hann er eisini broyttur sum persónur.

? Eg drekki ikki longur, royki ikki, fáist ikki við rúsevni, eg gangi ikki og bannist alla tíðina, sum eg gjørdi fyrr, og so haldi eg meg nú hava kærleika, sigur hann.

? Eg ferðist eisini í einum heilt øðrum umhvørvi nú, enn eg gjørdi fyrr. Eg havi skift allar mínar vinir uttan ein út, og har eg nú komi, eru fólk glað og hjálpsom.

Og við fløguni hjá Internal Healing roynir Gulli at náa fólki, sum ikki hava hug at lurta eftir MC Restorff og øðrum líknandi andaligum tónleiki ? fólki, sum vil hava harðan rocktónleik, brøl og hvínandi gittaravrik.

? Eftir Prix Føroyum og nýggju fløguni Grótføroyskt at døma, er ein vissur áhugi fyri tí harða rocktónleikinum, og tað er til fólkini, sum dáma hetta slag av tónleiki, at eg geri mín tónleik, sigur Gulli.

Hann vónar at selja eini 200 eintøk av fløguni, og um hann ger tað, ætlar hann sær at geva eina fløgu afturat út. Útgerðin, sum hann hevur havt standandi á kamarinum hjá sær seinastu trý árini, verður framvegis dúgliga brúkt til upptøkur av nýggjum sangum.

Og tá innleiðandi umfarið í Prix Føroyum verður í Klaksvík leygarkvøldið 6. mars, verður Internal Healing ein av luttakarunum.

? Um fólk ikki hava fingið við, at eg spæli harðan rocktónleik, so finna tey út av tí tá, lovar Gulli.

Og hann fer eisini at brøla, soleiðis sum hann ger á fløguni hjá sær.

? Onkur hevur sagt, at tú skalt drekka nógv kaffi fyri at fáa røttu røddina til at brøla, og tað royni eg so at gera, sigur Gulli.

Hann hevur broytt seg nógv upp á stutta tíð, men tónleikurin enn amboðið. Nú er tað andaligur tónleikur. Og hann brølar!