Amerikanski tungmálmsbólkurin Slipknot boðaði í farnu viku frá, at bólkurin hevur úsett ætlaðu konsertferðina í Norðuramerika. Orsøkin var, at sangarin í bólkinum Corey Taylor skuldi skurðviðgerast.
Tað hevur víst seg, 42 ára gamli sangarin hevur brotið nakkan fyri tíð síðani. Hann visti ikki av tí, men kanningar hava víst, at skurðviðgerð var neyðug, og so má Corey Taylor brúka nakrar vikur til at koma fyri seg aftur.
Slipknot fer undir konsertferðina 28. juni, og við sær á ferðini hava teir eisini Marilyn Manson.