Robin van Persie ársins leikari fyri aðru ferð

Arsenal liðskiparin er kosin ársins leikari fyri aðru ferð upp á tríggjar dagar. Sunnukvøldið var hann kosin spælari av Professional Footballer’s Association (PFA). Tað er eru spælararnir sjálvir, ið avgera hvør verður PFA ársins spælari. Í dag var hann kosin til ársins spælara av Football Writers’ Association. Har eru tað áleið 400 ítróttarskrivarar, ið atkvøða um hvør skal vinna.

 

Liðskiparin hjá Arsenal, sum hevur skotið 27 mál í Premier League hetta kappingarárið og

var eisini undan atkvøðugreiðsluni favorittur at vinna heitið. Hann hevur verið undangongumaður hjá Arsenal hetta kappingarárið og hevur í løtum nærmast einsamallur hálað Arsenal fram á stigatavluna eftir eina ringa byrjan. Sjálvur er hann tó lítillátin um sín egna leiklut og rósar sínum við leikarum.

 

«Eg hevði ikki vunnið hetta heitið uttan mínar viðleikarar. Eitt nú Theo Walcott hevur lagt upp til eini 12 mál og tað eri eg glaður fyri, segði Robin Van Persie við Sky Sports eftir at hann fekk PFA steypið handað sunnukvøldið.

 

PFA atkvøði eisini fyri ársins liðið. Tað sær soleiðis út:

 

Joe Hart (Man City)

Kyle Walker (Tottenham) Vincent Kompany (Man City) Fabricio Coloccini (Newcastle) Leighton Baines (Everton)

David Silva (Man City) Yaya Toure (Man City) Scott Parker (Tottenham) Gareth Bale (Tottenham)

Robin van Persie (Arsenal) Wayne Rooney (Man Utd)