Fyriskipararnir av Summar Festivalinum avdúkaðu í dag absolutta høvuðsnavnið á ársins festivali, sum fer at spæla fríggjakvøldið á festivalinum.
Og ársins høvuðsnavn er, eins og í fjør við Melanie C úr Spice Girls, úr einum heimskendum bólki, nevniliga Robin Gibb úr bretska superbólkinm Bee Gees.
Hóast hann kemur sum einstaklingur til Føroya, fer hann at føra fram fleiri av teimum kendu Bee Gees løgunum, ið tey flestu munnu kennast við. Í øllum førum tey, ið eru omanfyri 30 ár.
Fyriskipararnir eru væl nøgdir við navnið.
- At vit hava fingið Robin Gibb at spæla á Summar Festivalinum er ein tann størsta hendingin í søguni hjá festivalinum. Hetta er ein av høvuðsmonnunum úr einum av heimsins størstu tónleikabólkum nakrantíð og eitt ordans scoop fyri Summar Festivalin og føroyska tónleikasummarið, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum
Misjøvn solokarriera
Robin Gibb er sum sagt best kendur sum ein av trimum í Bee Gees. Men hann hevur eisini roynt seg sum solist, tó hetta í besta føri kann kallast ein misjøvn solokarriera.
Í 1969 fór hann úr Bee Gees, eftir at hann varð vorðin ósamdur við eldra beiggja sín Barry Gibb. Karrieran byrjaði væl, og kom lagið »Saved by the Bell« upp á eitt 2. pláss í Bretlandi. Fløgan fekk tó ikki ta móttøku, hann hevði væntað, og stutt eftir fór hann við í Bee Gees aftur.
Hann royndi tó viðsíðunaav eisini, men eftir fleiri royndi legði hann solokarrieruna á hillina í 1985.
Nú roynir hann seg aftur solo, men er tað við teimum kendu hittunum úr Bee Gees tíðini.
Bee Gees – Bert tiknir av Beatles
Bee Gees er ikki einhvør bólkur í tónleikahøpi. Við meira enn 200 milliónum seldum fløgum telist Bee Gees millum mest seljandi bólkarnar í tónleikasøguni, og teirra sangskattur verður mettur sum tann næststørsti í poppsøguni, bert tikin av The Beatles.
Bee Gees góvu sína fyrstu plátu út í 1965. Síðani kom ein røð av væl umtóktum útgávum, og síðst í 70’unum vóru Bee Gees so populerir, at teir eitt skifti høvdu 5 sangir millum 10 teir ovastu sangirnar á amerikanska single hitlistanum.
Bee Gees gav sína seinastu fløgu út í 2001, og tvey ár seinni gavst bólkurin at spæla, tá Maurice Gibb doyði brádliga. Síðani hava Robin og Barry Gibb tó verið virknir tónleikarar, og teir hava hvør í sínum lagi spælt konsertir við Bee Gees sangum
Føroyingar fáa følingina
Á Summar Festivalinum í ár fer Robin Gibb at syngja øll tey stóru hittini hjá Bee Gees saman við sínum bólki.
Robin Gibb hevur sungið og skrivað sín part av Bee Gees-hittunum, sum hava selt meira enn 200 milliónir plátur kring heimin.
Steintór Rasmussen sigur, at lagt er upp til eina gandakenda konsert við nøkrum av størstu hittunum í poppsøgunum sungin av manninum, sum hevur verið við til at skapt og sungið tey upprunaliga.
- Robin Gibb kemur til Føroya at hava eina konsert við øllum teimum størstu hittunum hjá Bee Gees. Vit eru til reiðar at bjóða kanska mest legendarisku konsertina í Føroyum nakrantíð, sigur Steintór Rasmussen, fyriskipari av Summar Festivalinum.
Sostatt sleppa føroyingar, hóast Bee Gees ikki er til longur, at fáa eina hóming av, hvussu tað mundi følast at verða á konsert hjá teimum.