Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spælir Robbie Williams hermibólkurin Robbie.dk í REX, hóast bólkurin er danskur er trummarin føroyskur.
Fríði Øster av Signabø, er í Føroyum fyrst og fremst kendur sum trummuleikari í bólkum sum Utopia, Kjølum, Lisa Sær Dupult, Ikaros og MC-Hár. Umframt úr fleiri verkætlanum saman við pápa sínum gittarlegendini Ólavi Øster. Tað skerst ikki burtur, at Fríði telist millum frægastu føroysku trummuleikarar. Í Danmark hevur spælt í rættiliga nógvum bólkum, eitt nú rokkbólkinum Little Fish, og Robbie.dk
Tá Fríði seinast vitjaði í Føroyum við Robbie.dk, var Eclipse karmur um vitjanina, ið var sera væl eydnað. Hetta vikuskiftið stendur REX fyri tørni.