Árni: HB vann uppiborið í dag (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein vónsviknan Árna Frederiksberg hjá NSÍ

- HB vann uppiborið í dag. Tað er lættari at spyrja um hvat riggaði hjá okkum í dag, tí var ikki so nógv. Orðini eigur Árni Frederiksberg hjá NSÍ.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Árna Frederiksberg aftaná Árni og liðfelagarnir høvdu tapt 1-2 ímóti HB á útivølli í dag. 

 

Tað er vónbrot fyri Árna Frederiksberg og liðfelagarnar, at tað gekk so illa í hond, serliga í fyrra hálvleiki tá HB var á odda 2-0.

 

Árni Frederiksberg slær tó fast, at NSÍ hevur nógv at spæla fyri. Hann og liðfelagarnir fara at stríðast fyri, at NSÍ verður millum liðini sum kappast í Europa League komandi summar. Har er NSÍ fimm stig frammanfyri Víking og trý stig aftanfyri KÍ. 

 

Samrøðan Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson hoyrist HER

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málunum hjá HB, og samrøðan Tróndur Arge hevði við fyrra málskjúttan hjá HB, Dan í Soylu hoyrast HER