Reklamuvirkið Petur & Petur er marknaðarráðgevi fyri fyritøkur og stovnar og framleiða og umsita grafiskar uppgávur og prentlutir, umframt samskipa og seta upp messubásar og framsýningar. Felagið varð stovnað í 1999 og hevur í dag 12 fólk í starvi. Hartil egur virkið eisini Vikublaðið, sum rekur blaðvirksemið og ferðaskrivstovuna VikuTur.
Árni Arge hevur keypt part av partapeninginum, og á eykaaðalfundi tann 21/11 varð hann settur sum stjóri í báðum feløgunum. Petur Slyne og Petur Mohr er farnir frá. Árni Arge hevur sostatt dagligu leiðsluna av báðum feløgunum. Endamálið við hesum er at styrkja um fíggjarligu og fyrisitingarligu stýringina av feløgnum. Við hesari umskipan verður nú møguligt hjá fráfarnu stjórunum og eigarunum í enn størri mun at leggja sína orku í tann kreativa partin og at menna virksemið.
Árni Arge er 41 ára gamal og er útbugvin cand. Merc. í 1993 á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Árni hevur síðani juni 2005 starvast í fyritøkuni sum ráðgevi og fyrisitingarligur leiðari. Hann hevur áður starvast bæði sum fíggjar- og forstjóri á Faroe Seafood, umframt at hann hevur starvast í Danmark í fleiri ár, meginpartin av tíðini hjá amerikonsku/altjóða fyritøkuni Kraft Foods.









