Eitt av mest forkunnugu mentanartiltøkunum í seinnu hálvu av august verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í annaðkvøld, tá tveir av fremstu klassisku úrmælingunum í Føroyum fara á pall saman.
Violinleikarin, Monika Stauss Joensen, fer at spæla eina fjølbroytta og spennandi skrá saman við klaverleikaranum, Jóhannesi Andreasen. Hóast bæði eru kend innan klassiskan tónleik í Føroyum, so hava tey sjáldan áður verið at hoyra saman á palli.
Monika Stauss Joensen og Jóhannes Andreasen hava hvør í sínum lagi royndir á konsertpallum í Evropa og USA, og tey hava fyrr víst, at tey megna at rúnarbinda áhoyrararnar við teirra kensluborna og sannførandi spæli.
- Hóast teirra uppruni er heilt ymiskur, vildi tilvildin, at bæði lósu í London eftir at hava lokið teirra grundleggjandi útbúgving sum tónleikarar í ávikavist Sveits og Eysturríki.
Tey, sum skipa fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, vísa á, at Monika og Jóhannes fara at spæla ta kendu vársonatuna eftir Beethoven umframt tónleik eftir amerikumenninar, Georg Crumb og Frederic Balasz og eysturríksku tónaskaldini Elzbieta Wiener-Zajac og Fritz Kreisler.
Samanumtikið eitt spennandi konserttiltak, har høvi verður at hoyra tveir av okkara fremstu klassisku tónleikarum spenna seg út við tónleiki, sum stendur teimum nær.
Konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í annaðkvøld, og byrjað verður klokkan 20. Sunnudagin 27. august klokkan 16 verða tey bæði í Norðurlandahúsinum í Havn.