Írska fótbóltssambandið FAI hevur sett hin 68 ára gamla italiumannin, Giovanni Trapattoni í starv, sum landsliðsvenjara. Trapattoni er í løtuni venjari hjá eysturríkska liðnum Red Bull Salzburg. Trapattoni tekur við starvinum í Dublin, tá kappingin í Eysturríki er lokin. Trapattoni hevur vunnið nógv meistaraheiti. Hann førdi Juventus til sigurs heilar seks ferðir, og hann hevur eisini vunnið meistaraheitið við Inter Milan. Við hesum feløgunum vann hann eisini Evropa Cup fyri meistaralið, UEFA-Cup og Evropa Cup fyri steypavinnarar. Trapattoni hevur eisini vunnið týska meistaraheitið við Bayern München, portugisiska meistaraheitið við Benfica, og eysturríkska meistarheitið við Salzburg. Eitt av mótstøðuliðunum hjá Írlandi verður Italia. Liðini møtast í Italia 1. apríl 2009, og møtast aftur í Írlandi 10. oktober 2009.