Rithøvundabókin á enskum

Rithøvundabókin verður í næstum løgd út á heimasíðuna hjá Rithøvundafelagnum í enskari týðing eftir amerikanska rithøvundan Randi Ward



Tey flestu munnu kenna Rithøvundabókina, sum Rithøvundafelag Føroya gav út í 1995 og aftur í 2004. Í næstum kemur bókin út í enskari týðing eftir amerikansku Randi Ward, sum sjálv er rithøvundur og limur í Rithøvundafelag Føroya og sjálvboðin hevur týtt alla Rithøvundabókina. 



Avbjóðing

Randi Ward sigur, at hugskotið til at týða Rithøvundabókina kom, tá ið hon gjørdist limur í felagnum í desember 2007.

- Eg kom tá í samband við Zakarias Wang, ið er kassameistari í felagnum, og vit fóru at práta aftur og fram um, hvussu hent tað hevði verið hjá Rithøvundafelagnum at fingið eina enska útgávu av heimasíðuni hjá felagnum. Mín áskoðan var tá, at mest umráðandi var - ið hvussu so er at byrja við - at fáa týtt upplýsingarnar um føroysku rithøvundarnar og fáa lagt tær út á www.rit.fo, sigur Randi Ward á heimasíðuni hjá Rithøvundafelagnum

Rithøvundabókin, sum Zakarias Wang ritstjórnaði, er skrivað av rithøvundunum sjálvum, og tí eru rithøvundalýsingarnar ógvuliga ymiskar, bæði í kunningarvirði og í listaligari dygd. Sostatt var tað ein avbjóðing í sjálvum sær at taka á seg uppgávuna at týða bókina.

- Zakarias spurdi meg, um eg vildi átaka mær hetta arbeiði, og eg svaraði at tað var gaman í. Tað var ein avbjóðing, ið mær líkaði. Eg takki Zakariasi fyri moralskan stuðul ígjøgnum alla gongdina, og somuleiðis takki eg limum og nevnd í Rithøvundafelagnum fyri at hava verið tolin og fyri viðmerkingar til týðingina, sigur Randi Ward. 



Stórt frambrot

Formaður Rithøvundafelagsins, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, fegnast um, at tað umsíðir ber til at finna upplýsingar um núlivandi rithøvundar í Føroyum á enskum. Hann vísir á, at hóast upprunatekstirnir í Rithøvundabókini eru rættiliga misjavnir í dygd, er tað eitt stórt frambrot, at hesar upplýsingar nú verða tøkar á enskum, tí slíkt tilfar hevur leingi verið eftirlýst.

- Rithøvundafelagið hevur í eina tíð arbeitt við at fáa til vega útlendskt tilfar um føroyskar rithøvundar og bókmentir, og sum eitt fyrsta stig, er enska týðingin av Rithøvundabókini eitt stórt frambrot, sigur formaðurin í Rithøvundafelagnum, sum eisini heldur, at týðingin er sera væl frágingin.

Talan verður ikki um at geva út ensku útgávuna á prenti, men bert um eina talgilda útgávu á heimasíðuni hjá Rithøvundafelagnum, www.rit.fo. Fyrstu rithøvundalýsingarnar eru longu lagdar út á heimasíðuna, og restin kemur næstu dagarnar.