Franska kolvetnisfyritøkan Total er saman við danska DONG í ferð við at fremja eina stóra útbygging av gassfeltum miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Fleiri gasskeldur skulu byggjast út saman við útbyggingum á landi fyri meira enn 25 milliardir krónur komandi árini. Hetta stóra arbeiðið er byrjað, og fyrsta gassið frá hesum keldum kemur upp í 2014.
Og hyggja vit í ein sunnan og í ein vestan, so er eisini her talan um útbyggingar umframt boring av avmarkingarbrunnum, sum oftani enda við eini útbygging. Talan er um ikki færri enn fýra ymiskar verkætlanir.
Ein er útbygging av risastóra Clairfeltinum, sum goymir óteljandi tunnur av olju. Henda keldan varð funnin longu í 1977, men ikki fyrr enn fyri fáum árum síðani, varð tøknin so mikið ment, at til bar at fáa oljuna upp. Nú verður enn ein partur av Clairfeltinum útbygdur aftrat tí parti, sum longu framleiðir olju. Henda útbygging verður klár komandi árini og fer at økja munandi um bretsku oljuframleiðsluna. Fara vit longur suður, so verður gjørd stór íløga í eitt spildurnýtt goymslu- og framleiðsluskip (FPSO), sum skal avloysa verandi skip á Shiehallionleiðini, ið er tað feltið í Bretlandi, sum í dag frameiðir mest av olju. Nýggja framleiðsluskipið verður tikið í nýtslu í 2015.
Rosebank og Cambo
Fara vit nú nærri Føroyum, so finnast her tvær møguligar útbyggingar, Campofeltið og Rosebankfeltið. Hesi liggja einans fáar kilometrar frá markinum og verður støða tikin til møguliga útbygging komandi árini.
Cambo, sum liggur longri syðri, er mett at goyma einar 200 milliónir tunnur av olju. Ì mai verður fjórði brunnurin á hesum feltinum boraður av boriskipinum Stena Carron. Tað er Amerada Hess, sum er fyristøðufelag. Nógv bendir á, at feltið verður útbygt.
Nakað norðanfyri og framvegis tætt við markið liggur Rosebankkeldan, sum skal goyma einar 500 milliónir tunnur av olju. Tað nýggjasta her er, at keldan mest sannlíkt verður útbygt, og at fyrsta olja kemur upp í ár 2017. Endalig avgerð um hesa útbygging verður tikin í 2013 og fer hon at kosta millum 6 og 8 milliardir dollarar veit oljublaðið Upstream at siga frá.
Talan er her um eina útbygging, sum setir stór krøv tøkniliga, tí oljan liggur í ymiskum basaltløgum og á stórum dýpi. Tað verður ein avbjóðing fyri fyristøðufelagið Chevron at fáa oljuna upp, tí dýpið er meira enn 1000 metrar, og tí skulu nýggjar kanningar gerast, antin tað so verður eitt oljuskip skal taka ímóti oljuni heldur enn ein vanligur framleiðslupallur.
Týdning fyri Føroyar
Fyri fleiri av hesum útbygging er tað galdandi, at infrastrukturin er avgerandi, tvs. at møguligt verður at flyta olju og gass víðari til lands. Og tað kann fáa stóran týdning fyri framtíðar útbyggingar við Føroyar eisini. Verður føroyska oljan og gassið funnið tætt við markið, so er ikki av leið at hugsa, at íløgur í infrastruktur bretsku megin markið eisini kunnu koma útbyggingum á føroyska landgrunninum væl við.
Tað verða eisini boraðir áhugaverdir brunnar vestan fyri Hetland, sum í framtíðini eisini kunnu enda við útbyggingum. Herfyri gjørdi Dong stórt gassfund, sum í løtuni liggur á tekniborðinum. Her kann eisini blíva talan um útbygging. Ein tann mest spennandi brunnurin, sum í løtuni verður boraður vestan fyri Hetland, er Lagavulin. Chevron er fyristøðufelag og er eisini Faroe Petroleum við í hesi boringini. Tað ljóðar, at veðrið hevur tarnað arbeiðinum nógv og at brunnurin fer at verða sera dýrur, tá avtornar, og so vita vit heldur í løtuni, um hann er eitt fund ella turrur.
Samanumtikið kann sigast, at verulig gongd er komin á bæði leiting og útbyggingar á Atlantsmótinum. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at myndin sá øðrvísi út. Framtíðar vánirnar fyri menning av økinum vórðu ikki alt ov góðar, eitt nú tóku fleiri av teimum stóru oljufeløgunum seg úr Føroyaøkinum. Nú er henda gongd heilt vend, og her munnu eisini hækkaðu oljuprísirnir hava sína stóru ávirkan.