Stórhvalur svam seg fastan í Onglandi

Sambært Sky News verður helst neyðugt at stykkja hvalin sundur, áðrenn hann kann flytast burtur.

 

Ein finnhvalur endaði fyrr í hesi vikuni í trupulleikum við Bridlington-strondina í Onglandi.

 

Hvalurin, sum var heilar 17 metrar langur og vigaði 30 tons, doyði týsdagin.

 

Sky News veit at siga, at entreprenørar stríðast við at beina hvalin burtur.

 

Sagt verður, at tað helst verður neyðugt at stykkja hvalin sundur, áðrenn hann kann flytast burtur.

 

Meðan finnhvalurin hevur ligið á strondini í Onglandi, hava nógv forvitin fólk verið og hugt at honum.