Leygarkvøldið verður eitt rimmar kvøld í Fuglafirði, tá Mentanarhúsið og John’s Café lata dyrnar upp til ókeypis konsertir, Champions League og grill.
Skráin er á tremur við bæði føroyskum og útlendskum nøvnum. Eitt nú The White Album, ið er danskur bólkur, við veruligum undanvindi.
Fyrsta útgávan er á veg, og fyrstu stakløgini vera nógv spæld bæði í Danmark og Bretlandi. Umframt eina væleydnaða konsertferð við Kashmir, hevur bólkurin spælt nógv í Bretlandi, har teir eitt nú hava spælt fleiri útseldar konsertir í London.
Hoyr The White Album omanfyri.
Nú koma teir til Føroyar, har mentanarlívið í Fuglafirði veruliga spennur seg út. Grillurnar verða rullaðar út, og ókeypis pylsur vera til gestirnar. Hetta er Champions League kvøld, og tí verður sjálvandi møguleiki at síggja ársins dyst millum Atletico og Real Madrid á stórskíggja.
Eisini vera quizzir, og nógvur live tónleikur, eitt nú við roWan and the Blues og við Una Debess and the Tomcats og trubadurunum Dánial og Bjarka.
Atongd til øll tiltøkini og pylsur eru ókeypis.
Skráin í Mentanarhúsinum & John’s Café:
Kl. 17.30 Grillin tendrar (ókeypis pylsur)
Kl. 18.30 Champions League Quiz + góðir vinningar
Kl. 19.45 Champions League finala á stórskýggja - Til ber at tippa dystin
Kl. 22.00 Konsert við roWan & The Blues
Róin Siggertsson, Brandur Jacobsen & Arnold Ludvig
Kl. 23.00 Pub Quiz + góðir vinningar
Kl. 23.45 Super Quiz við sera góðum vinningum til topp 3
Kl. 24.00 Livandi tónleikur við Dánial Gomez & Bjarka Hansen
Kl. 24.15 Konsert við The White Album (DK)
Kl. 01.15 Vinnarar av Super Quiz avdúkaðir
Kl. 01.30 Konsert við Una Debess & The Tomcats
Kl. 04.00 Liðugt