Í norska alifelagnum - SalMar - hildu tey, at hol var komið í laksanótina í Flatanger í Norður-Trøndelag. Men, tá tey kannaðu umstøðurnar nærri, vísti tað seg, at talan var um ein risa tunfisk, sum hevði brotið seg inn í nótina.
Tá ávaringarskipanin fór í gongd, fór ein kavari niður at kanna nótina. Hann gjørdist stórliga ovfarin, tá hann sá, at ein risa tunfiskur svam í nótini, har hann hevði etið seg mettan av stórum laksi.
Alifelagið setti seg nú í samband við norsku fiskivinnuumsitingina og bað um loyvi at sleppa at taka stóra tunfiskin. Alifelagið fekk hetta loyvi, men tá farið varð í gongd, vísti tað seg at vera lættari sagt enn gjørt at fáa fatur á tunfiskinum.
Í tveir dagar royndu teir við ymiskum snildum at fáa fatur á tunfiskinum og roynt varð eitt nú við fleiri svartkalvagørnum. Men, tey vístu seg at vera ov veik, og stóri risin svam bara ígjøgnum gørnini. Tá teir seinnu royndu við sterkari garnareiðskapi, høvdu teir eydnuna við sær.
Tað er norðmaðurin, Kristian Eriksen, ið www.dagbladet.no hevur skift orð við, og danska heimasíðan www.fiskeavisen.dk ber eisini tíðindini um stóra tunfiskin, sum vísti seg at viga heili 740 pund og var slakar tríggjar metrar langur.










