Granskarar hava funnið eitt risa skeljadýr á sjey kilometra dýpi við Ný Sæland, og skeljadýrið sigst vera tíggju ferðir so stórt, sum tað eigur at vera.
Talan er um eitt dýr av slagnum "amfipoder", sum hoyrir til bólkin av stórkrabbum.
Dýrið hevur loypt hvøkk á granskarar við University of Aberdeen, tí hetta krabbadýrið plagar vanliga at vera millum tveir og tríggjar sentimetrar langt.
Risa krabbadýrið, sum er fiskað upp úr eini djúphavsgrøv, sum tikið verður til, er heilar 34 sentimetrar langt.
Tað skrivar University of Aberdeen í einum tíðindaskrivi.
- Hetta er umleið tað sama sum at finna ein kakerlakk, ið er líka so stórur sum ein skógvur, siga tey á University of Aberdeen.
Sum skilst, hava granskarar brúkt eina serliga fellu úr metalli, sum teir hava latið søkka niður í dýpið, og tað er á henda hátt, at teir hava fingið fatur í hesum risa krabbadýri.
- At eitt so stórt dýr er at finna á slíkum dýpi, sigur okkum, hvussu lítið vit vita um lívið á slíkum dýpi, sigur professarin, Ashley Rowden, sum starvast á havgranskingarstovninum í Ný Sælandi, við BBC News.