Árinini fara at merkjast

Ikki óvæntað er Landsbankin komin til ta niðurstøðu, at stígurin í føroyska búskapinum heldur fram. Eingin serligur vøkstur kann væntast, so leingi eingin alivinna er, og fiskivinnan minkar bæði í nøgd og prísi

Hóast Landsbankin ikki málar hin skortgráa á veggin, eru greiðar ábendingar í frágreiðing Landsbankans um búskaparmeting fyri 2005 og 2006, at tað verður ikki nakar vøkstur at vænta komandi tvey árini.
Tað kemur heldur ikki serliga óvæntað á, at tað er støðan í fiskivinnuni og alivinnuni, sum í stóran mun gera, at Landsbankin ikki roknar við nøkrum serligum vøkstri í búskapinum í 2005 og 2006.
Landsbankin hevur gjørt eina framrokning, sum sigur, at mest sannlíka gongdin er ein lítil vøkstur í BTU (brúttotjóðarúrtøkuni) upp á 0,7 prosent í ár.
Verri eru útlitini fyri lønarútgjaldingunum, sum Landsbankin væntar fara at minka við hálvumøðrum prosenti í ár.
Næsta ár væntar Landsbankin ein vøkstur upp á eitt gott prosent í BTÚ,og eitt lítið prosent í vøkstri í lønarútgjaldinum.
Grundarlagið, Landsbankin hevur til sínar framrokningar, er tøkt hagtalstilfar og samrøður við vinnu og stovnar.
Hesi tølini, sum nevnd verða, eru meðaltøl, sum roknað eru út. Tvær aðrar útrokningar eru gjørdar. Ein betri og ein verri.
Tað er afturvendandi í frágreiðing Landsbankans, at vánaliga støðan hjá alivinnuni er rættiliga avgerandi fyri væntaðu gongdina. Eisini fiskiskapur og fiskaprísir hava stóra ávirkan.
Landsbankin væntar ikki, at trupulleikarnir hjá fiskavirkjum á landi og rækjuvinnuni fara at minka í framtíðini. Og bankin heldur, at eitt nú vinnulívsstudningur bert fer at útseta tørvin á tillaging í hesum vinnum. Men hinvegin ásannar Landsbankin, at framleiðsluvirðið og negativa virðisøkingin í alivinnuni náddi botnin í 2003/2004, og at vinnan nú so smátt er við at flotna uppaftur og fer væntandi í 2005 og 2006 aftur at hava positiva virðisøking og ávirkan á føroyska búskapin.
Landsbankin sigur, at ein búskaparlig framgongd í føroysku vinnuni er treytað av eini tillaging til altjóða marknaðartreytir. Og hesum eigur tað almenna ikki at leggja forðingar fyri við eitt nú at eggja til útseting av neyðugum tillagingum við til dømis vinnulívsstudningi.