Ringt at sleppa úr Løgtingum aftur

LØNIR HJÁ POLITIKARUM Løgtingslimir, sum vilja sleppa burtur úr politikki aftur, eru øgiliga illa fyri, heldur Tórbjørn Jacobsen, tingmaður

- Tað kann vera óluksáliga ringt hjá einum løgtingslimi at sleppa burtur úr politikki aftur.
Tað staðfestir Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum hevur gjørt av, at hann stillar ikki upp aftur, tá ið løgtingsval verður aftur.
Støðan er tann, at ein løgtingslimur kann ikki hava meiri enn eitt hálvt alment starv afturat.
- Tað ger, at møguleikin hjá løgtingslimum, sum ætla sær burtur úr politikki, at fáa starv, eru rættiliga skerdir.
- Tað er kemur næstan ikki fyri, at søkt verður eftir hálvtíðarstørvum og tað kann ikki bera til, at løgtingslimir ikki skulu kunna søkja sær starv fyrrenn teir eru farnir úr tinginum.
- Sum støðan er nú standa løgtingslimir, sum fara úr politikki, fullkomiliga á berajólum.
Tað, sum Tórbjørn Jacobsen saknar, er ein lagalig skiftisskipan, sum ger, at løgtingslimir, sum ætla sær úr politikki, fáa lagaligari umstøður at fyrireika seg til tilveruna uttanfyri politikkin.
- Størvini til ein 55 ára gamlan, fyrrverandi, løgtingsmann, hanga ikki á trøunum og tí sakni eg eina lagaliga skiftistíð fyri politikarar, sum ætla sær úr politikki, ikki enda á berajólum.
Hann sigur, sum í dag er onki samsvar ímillum tað, at koma upp í politikk og tað, at fara úr politikki aftur.
- Tá ið eg fór upp á politikk, hevði eg eina inntøku upp á 900.000 krónur um árið sum skipsførari og reiðari. Men tá ið eg varð valdur á ting, fór lønin niður í ein fimtapart av tí, so talan var um stóran lønarmiss.
Annars staðfestir Tórbjørn Jacobsen, at avgerðin um at, hann ikki stillar upp aftur, tá ið løgtingsval verður aftur.
Men hann útihýsir als ikki møguleikanum at stilla upp aftur seinni.
- Nú skal eg hava ein steðg. Men tað kann væl vera, at eg stilli upp aftur seinni, sigur hann.
Les eisini greinina: Tórbjørn Jacobsen farin niður í hálva tíð