Ringt at fáa kappingarføra framleiðslu

Fiskaaling er komið í ljósmálan fyri tíðina, tí stovnurin hevur valt at siga sjey fólkum úr starvi og steingja Lívfiskastøðina í Skopun, har tríggir av teim sjey uppsøgdu starvast.
Orsøkin, sambært Fiskaaling, er, at tað er eingin áhugi hjá føroysku alifeløgunum at keypa rogn frá Fiskaaling, men tær keypa tað heldur aðrastaðni frá. Tí ber framleiðslan við rognum seg ikki nóg væl.

 

Les eisini: Fiskaaling: Leiðslan røkir ikki sínar skyldur

Les eisini: Jan Mortensen vísir ákærunum aftur

 

Fokus á kappingarføri

 

Atli Gregersen, stjóri á alifyritøkuni Luna, sigur, at tað er rætt, at nógv tað mesta rognið verður keypt uttanlanda frá. Hann sigur, at hansara fyritøka hevur altíð havt sum motivatión, at fáa eina so kappingarføra føroyska vinnu sum gjørligt og eina alivinnu, sum kastar so nógv virksemi av sær, eisini í vinnum uttanfyri alivinnuna. Í tí roknistykkinum, gevur tað betur meining, at keypa rogn aðrastaðni frá, sum longu eru kannaði og ment, heldur enn at arbeiða okkurt upp í Føroyum.

 

- Vit hava tað sum viriðisgrundarlag, at virðisøkja vinnuna. Tað vil siga, at hon skal kasta meir aktivitet av sær. Har kundi rognið komi uppí, men fyri 10 árum síðani á eini ráðstevnu í Norra sá eg veruliga, at genetisk menning av laksi er ein ógvuliga kostnaðartung prosess og er best tikin hond um av fáum stórum feløgum. Við at kasta rokningina út á eitt stórt tal av laksi, kundi mann fáa nógva framgongd fyri lítið av pengum, sigur Atli Gregersen.

 

Atli Gregersen sigur, at tað eru eini tvey til trý kynsbótafeløg, sum mynda eini 80% av rognaframleiðsluni í dag. Tey eru nógv frammanfyri okkum viðvíkjandi gransking og vitanarbasu. Umframt tað, so eru onkur av teimum keypt av størri feløgum, sum hava genetikk sum sergrein. Tískil hevði tað verið ein øgiliga tung kapping at fara í holt við hjá føroysku fyritøkunum og tað hevði verið øgiliga ringt at fingið tað kappingarført.

 

Atli Gregersen sigur seg ikki verða ímóti, at føroyskar fyritøkur fara undir fyritakssemi við rognum, men hann heldur ikki, at tað er til frama fyri eina kappingarføra føroyska alivinnu.

 

- Tað er ongin grund til, at vit skulu hava rogn, sum eru óneyðuga dýr. Tað er meiri umráðandi, sum eg til einhvørja tíð kann fáa rogn, sum hava góðar eginleikar tá tað kemur til mótstøðuføri, vøkstur og annað. Hvør er fremst har? Honum havi eg hug at keypa frá. Tað er okkara fokusering. At keypa har tað er best. Um tað er uttanlanda frá ella úr Føroyum, sigur Atli Gregersen.

 

Neyðugt at vita hvat tú innflytir

 

Hóast alt, so er Atli Gregersen vitandi, um tað kunnu verða vandar við at flyta rogn inn aðrastaðni frá og at mann skal verða ógvuliga varin við hvat mann keypir og hvat mann keypir frá.

 

- Tað sum so talar ímóti hasum, tað er hetta við at innflyta sjúkur. Tí hava vit brúkt føroysk rogn nógv seinastu árini. Tey eru hóast alt framleidd í Føroyum og tá er vandin við at innflyta eina nýggja sjúku alvorliga nógv minnið. Serliga um tú innflytir rogn fyrilitarleyst uttanlanda frá. Vit innflya nógv úr Íslandi til dømis, har ala teir laks á landi, sum vit vita er rættuliga tryggur fyri smittur og sjúkur og tí keypa vit nógv har frá, sigur Atli Gregersen.