Ringt at arbeiða tá ið vit vita so lítið

Føroyskir myndugleikarnir hava ikki neyðuga vitanina, ið krevst fyri at bøta um ferðslutrygdin

 Skulu myndugleikarnir í Føroyum bøta um ferðslutrygdina, er neyðugt at vita, hvar og hvussu vanlukkur henda. Men tað er eisini neyðugt at vita, hvussu umstøðurnar eru, og hvørjir bilførararnir eru.

 

Tað staðfesti Sven Krarup Nielsen, fyrrverandi formaður í donsku skaðanevndini fyri ferðslu á landi, á ársfundinum hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.

 

Men føroyingar hava hvørki nágreinilig hagtøl um ferðsluvanlukkur, og vit hava heldur onga skaðanevnd, sum kannar tær álvarsligur ferðsluvanlukkurnar.

 

 

Les eisini: Vit gráta og syrgja men gloyma tíverri alt ov skjótt

 

 

Í fleiri ár hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd, aftur og aftur víst á, hvussu stóran týdning, tað hevur, at vit hava neyv hagtøl fyri tær ferðsluvanlukkur, sum henda í Føroyum, har løgregla, sjúkrahúsini og Landsverk, samstarva um at gera hagtølini.

 

Men tað hevur eisini alstóran týdning, at vit fáa eina skaðanevnd, sum kannar tær álvarsligu ferðsluvanlukkurnar út í æsir.

 

 

Les eisini: Føroyar eru nummar 20 á einum syrgiligum lista

 

 

– Vit vita alt ov lítið um, hvørjar orsakir eru til ferðsluvanlukkur í Føroyum. Tað er alt ov nógv vitan, sum fer fyri skeyti, men sum kundi givið okkum innlit í vanlukkur við tí endamálið at byrgt fyri, at fleiri vanlukkur henda

 

Og tað er Sven Krarup Nielsen, samdur í.

 

 

Les eisini: Nógv færri ungfólk lata lív í ferðsluni

 

 

– Tað er ringt at gera eitt miðsvíst ferðslutrygdararbeiði, tá ið vit ikki kenna orsøkirnar til vanlukkurnar, sigur hann.

 

– Og á hesum øki mugu vit ásanna, at Føroyar eru eftirbátar, leggur hann afturat.

 

– Ein skaðanevnd kann útgreina eina vanlukku nógv neyvari enn tað verður gjørt nú, og í longdini ber til dáa eina fatan av, hvar trupulleikin er størstur. og tá ið trupulleikarnir eru eyðmerktir, ber eisini til at fara undir tað fyribyrgjandi arbeiði.

 

 

Les eisini: Óneyðugt at lækka aldursmarkið

 

 

Er tað rúsdrekkakoyring, sum er trupulleikin, ella eru tað ungir bilførarar. Eru tað ávís vegamót, sum eru hættisligari enn onnur, og eru tað ávís vegastrekki, har tað henda vanlukkur, fyri at nevna nøkur dømi.

 

Skalt tú undir eina herferð fyri at bøta um ferðslutrygdina, er tað hent at vita, at ungir menn, sum eru á veg til húsar ein sunnumorgun, eru yvirumboðaðir í vanlukkuhagtølunum, fyri at nevna eitt tilvildarligt dømi, heldur hann.

 

Tað er eisini hent at vita, hvørjar vanlukkur eru henda oftari enn aðrar. Eru tað samanstoytir, bilar, sum koyra útav í vinstrasvingum, ella er tað í ávísum slagi av vegamótum, at vanlukkurnar henda.

 

Og sótu fólki, sum eru í einum vanlukkubili, trygdarbelti, ella settu tey seg í hann eftir vanlukkuna. tað kann ein skaðanevnd avdúka, tí tað kann hava stóra ávirkan á, hvussu álvarslig ein vanlukka er.

 

Og ikki minst hevur tað týdning at vita, hvussu skjótt bilurin koyrdi. Eitt er ferðin, løgreglan ásetir, og sum er so próvføst, at hon kann brúkast sum prógv í einum rættarmáli. Men eitt annað er tann ferðin, tað er sannlíkt, at bilurin í roynd og veru hevði, og tað kann ein slík skaðanevnd rokna seg fram til

 

Alt hetta eru viðurskifti, vit vita alt ov lítið um í Føroyum til at vit kunnu fara undir eitt miðvíst ferðslutrygdararbeiði.

 

Í hesum sambandi heldur Søren Krarup Nielsen ikki, at føroyingar kunnu brúka hagtøl úr øðrum londum, tí viðurskiftini í Føroyum eru heilt øðrvísi enn í øðrum londum.

 

Hann vísir somuleiðis á á, at samfelagsbúskaparliga er ferðslutrygd ein sera góð íløga, tí fólk, sum doyggja í ferðsluni, ella meiðsla seg illa, kosta samfelagnum øgiligar upphæddir í mistari arbeiðsinntøku, sjúkrahúsviðgerð o.s.fr.