-Hetta verður eitt hitt ringasta summarið við mýggjabitum, føroyingar nakrantíð hava upplivað, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur við Kringvarpið.
Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur, sigur við Kringvarpið, at árið í ár hevur verið eitt hitt ringasta, tá ið umræður mýggjabitar.
Jens-Kjeld Jensen hevur tey seinastu árini hildið eitt vakið eyga við mýggjabitum í Føroyum. Tað, hann hevur eygleitt, fert tú eisini at merkja á egnan kropp í summar, tá tú ferðast í náttúruni.
Tí niðurstøðan hjá fuglafrøðinginum er heilt greið; gerið tykkum til reiðar til eitt summar við so nógvum mýggjabitum, sum tit ikki nakrantíð áður hava sæð, sigur hann.
Hetta veit Kringvarpið at siga.