Samskifti
Fyritøkan, TeleTech, var fyrsta telefyritøka eftir Føroy Tele, sum fekk fjarskiftisloyvið, eftir at nýggja fjarskiftislógin varð sett í gildi í Føroyum. Síðani tá hevur TeleTech selt tráðleyst internet í Vestmanna, Suðurstreymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og tað hevur gingist rættiliga væl.
Fyritøkan, sum heldur til í J. C. Svabosgøtu í Havn, er nú komin á marknaðin við eini vøru, sum væntandi fer at geva inn-og útflutningsvinnuni og teimum, sum hava vinir og kenningar uttanlands, eina rættiliga lækking í telefongjøldum.
Birgir Waag Høgnesen, sum er sølumaður hjá TeleTech sigur, at teir fyri stuttum gjørdu avtalu við eina dansk/ amerikanska fyritøku um Net-telefoni við sera lágum prísum.
Hann sigur, at TeleTech Net?telefoni er soleiðis háttað, at tú við telduna kanst ringa beinleiðis á eina vanliga telefon uttanlands, tí sambandið verður leitt ígjøgnum internetið til ta útlensku telefonina.
- Vit hava arbeitt við ætlanini nú í longri tíð, sigur hann og vísir á, at teir í fyrsta umfari hava valt at seta TeleTech Net-telefoni á skinnaran.
Birgir sigur, at seinni er ætlanin at selja vanligar Ip-telefonir, sum skulu setast til ta vanligu borðtelefonina, men telefonsambandið verður tá framvegis leitt í gjøgnum internetið.
Riggar væl
- Vit hava royndarkoyrt Net-telefoni-skipanina eina tíð, og vit halda, at hon riggar avbera væl. Vit gleða okkum nógv til at geva føroyingum ta bíligasta uttanlandsgjaldið, tí tað vísir seg, at vinnuvirkir brúka nógvan pening til uttanlandssamrøður. Her er nógv at spara, sigur sølumaðurin.
Hann vísir á, at við Net-telefoni kann brúkarin sita við telduna við einum headsetti og ringa til eina vanliga telefon ella eina mobiltelefon í útlandinum fyri serstakliga lágar prísir á www. leita.fo.
- Brúkarin kann fara inn á heimasíðuna www. leita.fo og trýsta á ovasta bannaran í høgru síðu og har tekna seg fyri einum haldi, sigur Birgir.
At tekna seg fyri einum haldi av hesi telefonskipan, kostar einki, og enntá fær brúkarin 1 dollara ókeypis, sum eina roynd.
- Bæði ung og gomul duga at brúka telduna í samband við Net-telefoni. Eitt nú kunnu foreldur í Føroyum brúka henda møguleika til at tosa við síni børn í útlandinum og spara nógvan pening ? ja, rættuliga nógvan pening.
Birgir sigur, at sum dømi kann nevnast, at ein samrøða til Brasiliu kostar bert 0,62 krónur um minuttin, meðan hesin sami minuttur kostar einar 12 krónur hjá hinum televeitarunum.
Hann sigur, at kostnaðurin til eitt nú Fraklands er
0,31 krónur og hjá hinum 2,24 krónur.
Einføld skipan
Birgir vísir á, at brúkarin keypir sína talugávu ella talutíð við bankaflyting, ella tey kunnu brúka FR/Dankort á www. leita.fo.
- Eftir lítlari løtu fær brúkarin brúkt talutíðina, hann hevur keypt. So hvørt, brúkarin er liðugur at tosa, sæst, hvussu nógvur peningur er eftir av talutíðini. So, hetta er ein einføld og bílig skipan, leggur hann afturat.
Sølumaðurin vísir á, at TeleTech selir tráðleyst internet, og er tað serliga teirra egnu viðskiftafólkum, fyritøkan vil veita eina tænastu við hesi skipan.
Hann vísur á, at breiðbandsviðskiftafólk hjá hinum veitarunum eisin kunnu njóta gott av hesi tænastu, tí TeleTech Net-telefoni-tænastan á www. leita.fo er ikki avmarkað til viðskiftafólkini hjá TeleTech, men er til allar føroyingar.
- Við tráðleysum interneti ella breiðbandi er dygdin avbera góð, men hetta er sjálvandi treytað av, at ljóðkortið er nóg stórt, sigur Birgir W. Høgnesen at enda.