Á einari Afghanistan-ráðstevnu, sum verður í næstu viku, fara USA og Bretland at kunngera, at tey eru til reiðar at brúka pengar til eina ætlan, sum skal fáa limir í Taleban at gevast við stríðnum.
Tað sigur afghanski forsetin, Hamid Karzau, í samrøðu við bretska kringvarpið BBC. Hann sigur, at við pengunum er ætlanin at bjóða limum í Taleban arbeiði og trygg viðurskifti, um teir vilja leggja vápnini afturfyri.
Karzai sigur tó, at tilboðið umfatar ikki teir mest víðgongdu limirnar í Taleban, al-Qaeda ella øðrum tilsvarandi felagsskapum.









