Rinda hálva milliard fyri verjutalent

19 ára gamla verjutalentið skiftir til italsku meistararnar.

 

Juventus boðar í kvøld frá á sínum sosialu miðlum, at hollendska stórtalentið, 19 ára gamli Matthijs de Ligt, er lendur í Torino fyri at skriva undir sáttmála við felagið.

Matthijs de Ligt er mettur at vera eitt hitt størsta verjutalentið í heiminum í nógv ár, og feløg sum FC Barcelona, Manchester United, Liverpool og PSG hava víst áhuga í Ajax-leikaranum.

Nú verður tað altso Juventus, sum fær fatur á honum. Keypsprísurin er 560 milliónir krónur, og skiftið er nú einans treytað av, at hann klárar læknakanningina.

Sáttmálin væntast at verða undirskrivaður í morgin, og tað verður hildið, at talan verður um ein fimm ára sáttmála.

Hóast Matthijs de Ligt framvegis bert er 19 ára gamal, so hevur hann spælt 117 dystir fyri besta liðið hjá Ajax og 15 dystir fyri hollendska A-landsliðið.