USA og Libya eru samd um at rinda hvør øðrum endurgjald fyri bumbuatsóknir at hvør øðrum Eftir drúgvar samráðingar hava USA og Libya skrivað undir eina avtalu um endurgjald fyri libyskar bumbuatsóknir at amerikonskum málum og amerikanska álopið á mál í Libya í 1986.
Tann best kenda atsóknin, sum avtalan umfatar, er bumbuspreingingin umborð á einum amerikonskum flogfari uppi yvir skotska býnum Lockerbie um jóltíðir í 1988.
Umframt ta atsóknina hevur Libya játtað at rinda endurgjald fyri eina bumbuatsókn at einum diskoteki í Berlin í 1986.
Afturfyri hevur USA játtað at rinda endurgjald fyri bumbuálopið á libysku býirnar Tripoli og Bernghazi í 1986.