Í dag fer tann almenna skuldin hjá Føroyum at minka munandi. Í dag fer Landsstýrið nevniliga at rinda eitt lán upp á 1,1 milliard, men samstundis verður eitt nýtt lán upp á 300 milliónir tikið, so tilsamans fer almenna skuldin at minka 800 milliónir krónur í dag. Sostatt er almenna skuldin komin niður á 3,693 milliardir.
##med2##
Nú lánið er goldið, minkar tøki peningurin í landskassanum niður í 2,8 milliardir, men hetta lýkur framvegis kravið um, at landskassin skal hava eitt gjaldføri, sum í minsta lagi skal vera 15 prosent av Bruttotjóðarúrtøkuni.
##med3##
Almenna bruttoskuldin umfatar alt tað almenna, bæði landskassan, kommunur og ávísar almennar fyritøkur. Nú hetta lánið verður goldið í dag, verður almenna bruttoskuldin, ella EGS skuldin, sum hon eisini verður nevnd, mett at minka úr 33 prosent av Bruttotjóðarúrtøkuni niður í 24 prosent.
Hámarkið hjá EGS, sum er Evropiska Gjaldoyrasamstarvið, er 60 prosent av bruttotjóðarúrtøkunu.
– Føroyar hava lítla skuld samanborið við onnur lond, staðfestir Landsbankin.













