Á sláturvirkinum hjá MBM í Hósvík vita tey enn ikki, hvussu árið í fjør royndist og ov tíðliga er eisini at siga nakað um tað, fyrr enn aðalfundurin hevur verið síðst í februar, metir leiðarin Adolf Johannsen.
At ikki er loyvt at flyta seyð milum oyggjarnar er tó ikki nøkur forðing, sum ein annars kundi trúð, tí møguligt er at fáa loyvi at flyta seyð oyggjana millum frá Landsdjóralæknanum.
Tað er ikki so, at ein bóndi í Eysturoynni ikki kann slakta seyð sín hjá MBM í Hósvík.
- Tá bóndur úr aðrari oyggj ætla at slakta seyð hjá okkum, so søkja vit loyvið til at flyta seyðin og Landsdjóralæknin kannar seyðin, sigur Adolf Johannsen, sum sigur at eingir trupulleikar eru av hesum, bert nakað av pappírarbeiði.
Lóg frá 1908
Lansdjóralæknin Bjørn Harlou váttar, at tíðin nærum er farin frá lógini um bann av flutningi av seyði millum oyggjarnar. Hann metir, at rilluskriði er ikki longur nøkur stór hóttan.
Hann sigur, at eingin trupulleiki er at flytu seyð millum øki, ið ekki eru stongd, har fæst altíð loyvi, men bert til giting.
- Men eisini verður loyvi givið í samband við slakt í Hósvík, sigur Bjørn Harlou, men hann sigur, at kanningin í samband við hetta er vanligt kjøteftirlit, ikki serstøk rilluskriðakanning.
- MBM hevur loyvi at flyta seyð og burturkastið verður tileinkisgørt, so vit eru so nær ongum smittuvanda, sum vit kunnu koma, sigur Bjørn Harlou.
- Enn eru nøkur stongd øki, og vit arbeiða við at gera nýggja lóg viðvíkjandi smittusjúkur hjá dýrum, tí lógin vit hava er frá 1908, sigur Bjørn Harlou, sum sigur, at eini 80 hagapartar eru stongdir.
Sjálvt um hagapartarnir eru stongdir, so hevur Landsdjóralæknin bert hoyrt um rilluskriða í einum ella tveimum pørtum.
- Aðrastaðir eru eftir øllum at døma eingi sjúkutekin, í hvussu er ikki eftir tí fólk siga mær, sigur Bjørn Harlou.
Stongdu økini
Men loyvt er ikki at flyta seyð úr stongdu økjunum, seyður skal slaktast har hann er, vegna vandan fyri smittu
Bjørn Harlou torir ikki at seta dato á, nær nýggja lógin kemur í gildi. Hann arbeiðir við hesum, men hetta skal jú eisini til viðgerðar hjá landsins mynduleikum. Men Bjørn Harlou dylir ikki, at hann vildi fegin, at nýggja lógin kom so skjótt sum gjørligt.