– Hví ikki skipa Ríkisfelagsskapin sum eitt felags vakstrarøki við skapan av nýggjum arbeiðsplássum og búskaparvøkstri? Sosialdemokratisku stjórnini manglar eina visión fyri Ríkisfelagsskapin, segði Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, undir orðaskiftinum um ríkisfelagsskapin, sum var Fólkatinginum í gjár.
Edmund Joensen vísti á, at størri fyrimunir enn vansar eru við ríksifelagsskapinu. Hann helt, at Føroyar hava størri fyrimun av at vera partur av einum størri ríki.
– Tað gevur størri altjóða slagkraft, og stórdriftsfyrimunirnir eru fleiri. Fyri tann einstaka eru fyrimunir eitt nú í ríkisborgaraskapinum og teimum har til hoyrandi rættindunum. Eg ímyndi mær eisini, at Danmark í ríkisfelagsskapinum megnar at fáa eina serliga geopolitiska støðu í heiminum, og tað er heldur ikki at forsmáa, sigur fólkatingsmaður Sambandsfloksins, sum heldur, at tað heilt einfalt er so, at saman verða vit øll størri og sterkari.
Viðvíkjandi vansum við ríkisfelagsskapinum segði Edmund Joensen millum annað, at Føroyar og Danmark av og á hava mótstríðandi áhugamál, og ES-handilsboykottið ímóti Føroyum, sum Danmark er við í, er eitt dømi um tað.
– Tað er okkara fornemmasta uppgáva at finna pragmatiskar loysnir og semjur, segði Edmund Joensen millum annað.
Lesið alla røðuna hjá Edmundi Joensen VIÐ AT TRÝSTA HER
www.in.fo/news-detail/news/rikisfelagsskapurin-sum-eitt-felags-vakstraroeki/